Brestis kvæði

Lyrics: Traditional Music: Traditional Dagurin skínur so fagurliga, komið er hægsta summarið.
Árla var um morgunin, sólin roðar í hav Beinir gekk í skálan inn, har Brestir sterki svav
Treðum lættliga dansin! Dagurin skínur so fagurliga, komið er hægst á summarið.
Svaraði Sigmundur Brestisson, snimma vaks hans hugur: “Hann ið alist við øsku inni, lítið í leikum dugir!”
“Sætt hann sigur, sonur mín,” Brestir tók til orða, “Eingin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða.”
Eldur reyk úr eggjateinum, stál mót stáli smellir, fimm so fullu kroppar niður, heilin støkk um hellur
Beinir tveir til heljar hjó, og tríggjar Brestir sterki; ota undan allir aðrir, gleðast ei við verkið
Tóri runnu tár á kinn, harðnar Sigmunds sinni: “Grátum ikki frændi mín, vær goymum væl í minni!”