Lyrics: Drifa Hansen
Music: Jan Rasmussen
Tú segði tú hevði ilt í kroppinum
tú hevði so nógv stress við arbeiðinum
títt týdningarmikla arbeiði, sum eingin veruliga setti prís uppá
og at einki longur gekk
eftir tínum høvdi
Eg spurdi teg hvat var týdningarmikið fyri teg
tú segði at tað var ein undarligur spurningur
at eg ikki skilti hvat tað gekk út uppá
at tú vart eitt
intelektuelt individ
Tad vóru ov nógvir fávitar og primitiv fólk
í tínum týdningarmikla umhvørvi
tú fórt at gráta og segði at øll flentu eftir tær
eg segði at kanska sást tú hesar trupulleikarnar øðrvísi
um tú hugdi inneftir og úteftir og hugsaði
um onnur enn
teg sjálvan
Men eg eri bara eitt “óintellektuelt” individ
sum ikki havi eitt órdiligt arbeiði
og sum ongan týdning hevur
ikki sama týdning
sum tú
Lívið er tann størsta gávan
og hvat tú gert við tað, er títt val
men einki er í dag, sum tað var
eg var so góð við teg
ein annar