Lyrics: Lea Kampmann/Katrin Helga Olafsdottir/Elinborg Pálsdóttir Music: Lea Kampmann/Katrin Helga Olafsdottir/Elinborg Pálsdóttir Myrkrið hevur lagt seg yvir Vesturbrúgv, eg siti við træborðið sum vit hava keypt Her eru tulipanir, reyðar og gular, ullint teppir og víðopnar hurðar
Okkara lampur, okkara ketil, okkara plantur, okkara bøkur Tori eg at deila alt sum eitur heima Alt sum býr í mær og lata tað heila? Ahhhh enn eitt heim, enn eitt heim, eg vil lata tað grógva Ahhh enn eitt heim, enn eitt heim, eg vil lata tað grógva
Hvørja ferð eg hoyri: lyklarnar í hurðini, tíni fet í gongini, at tú fer úr húgvuni Tá tú sigur, “Lea, nú eri eg heima” er eitt fryst ísfjall ið tiðnar innaní mær Ahhh enn eitt heim, enn eitt heim, eg vil lata tað grógva Ahhh enn eitt heim, enn eitt heim, eg vil lata tað grógva Heima er har tú er